Trolarin

Sep 28, 2011

Trolarin er áttamannafar og hevur neyst inni á Bakka..

Formaður á Trolaranum er Jákup Mohr.

Um Trolaran
Trolarin er smíðaður í Sumba í 1901. Tað var bátasmiðurin Thomas Thomsen (Tummas í Bug) í Sumba, ið smíðaði teimum trimum Johan Olaus Thomasen (Tvøroyri), Tummas Mikal Strøm (Trongisvági) og Thomas Sofus Juel Salmony (Trongisvági) bátin.

5. januar 1904 varð báturin skrásettur hjá sýslumanninum. Navnið var Trolarin og skuldi báturin brúkast til “torskefiskeri (håndsnøre og langline)”. Mátini á honum vóru: “Længde mellem stævnene” 24,6 føtur, “bredde på halve længde mellem indtømmerne” 5,55 føtur, “dybde på halv længde fra Esingen til Yderklædningen i Bunden” 1,95 fót. Báturin varð máldur til 1,57 “Register-Tons Brutto”. Skrásett er eisini, at báturin hevur TG 267 og er bygdur “på Klink af Fyr og Eg”.

Í september mánaði í 1904 keyptu átta vágbingar Trolaran. Teir vóru: Johan Olaus Joensen (Lávus við Misá), Hans Mohr Joensen (Hans Mohr við Misá), Thomas Johan Joensen (Tummas í Líðini), Óli Johan Augustinussen (Óli við Hvanndalsá), Niels Jacob Joensen (Jákup á Mýri), Jesper Alexander Niclasen (Sandur í Hovi), Jógvan Joensen (Jógga), og Niels Juel Niclasen.

Trolarin varð keyptur til útróðrarbát og fekk fiskiloyvið 22. September 1904. Fyri loyvinum stóð Lávus við Misá, sum óivað hevur verið formaður á Trolaranum

Leave a comment