Sildberin

Sildberin varð upprunaliga smíðaður sum áttamannafar, men varð seinni gjørdur til tíggjumannafar. Sildbering hevur neyst í Vollagørðum, við har Skála rennur oman á sjógv.
Formaður á Sildberanum er Mikkjal Djurhuus.

Um Sildberan
Hans Jacob á Løðhamri fór at smíða hendan bátin, men fekk hann ikki lidnan. Jacob í Nýlendinum tók við, har Hans Jacob slepti og gjørdi bátin lidnan. Tað er ikki heilt greitt, nær báturin er smíðaður, men helst er tað í 1903. 7. august 1903 er umsókn skrivað um at skráseta bátin og fer uppmáting fram á Tvøroyri 30. september 1903. Í skrásetingini stendur, báturin er áttamannafar, sum er 25,6 føtur til longdar, breiddin er 6,2 føtur og báturin er 1,85 fót djúpur. Báturin fær tá eisini tað vanliga loyvi at fiska tosk við snøri og línu. Niklas Magnussen, vanliga nevndur Skómakarin, søkir um fiskiloyvi og er formaður á bátinum.

Teir, sum upprunaliga áttu Sildberan, vóru átta í tali: Petur Kristian Jacobsen á Oyrarbø, Jákup Danielsen við Ánna Lítlu, Tummas Johan Midjor við Kráir (Lavni við Kráir), Jákup Jacobsen í Nýlendinum, Jákup Jacobsen á Oyri (Jákup hjá Súsonnu), Niklas Danielsen, Hans Pauli Djurhuus (Hans við Hvanndalsá), og Niklas Magnusen (Skómakarin). Seinni varð Sildberin gjørdur til tíggjumannafar, og teir, sum fingu hesar báðar partar, vóru Pól Sofus Hovgård og Torvald Hjelm (Torvald hjá Danjali hjá Akka).