Dýrið

Í 1960 tóku nakrir vágbingar seg saman og keyptu tann gamla Havnarbátin til grindabát. Báturin varð keyptur fyri 1.200 kr. og Havnar Róðrarfelag legði tær treytir við, at báturin skuldi bara brúkast sum grindabátur og mátti ikki verða vi ðí nøkrum kappróðri.

Teir, sum keyptu bátin, vóru: Mortan á Báraldarbakka, Andrias í Kykslið, Einar í Kykslið, Kalurin við Misá, Aksal í Garðinum, Niels Pauli á Gaddi, Torben inni á Bakka, Torbjørn hjá Manna í Líð, Sverri hjá Kissa, Pól hjá Pól Sofusi og Poli hjá Kristini.

Gamli Havnarbáturin, ið varð tíggjumannafar, varð brúktur sum grindabátur í nøkur ár. Men í hvørjum einasta grindadrápi brotnaðin hann illa. Báturin var gjørdur til kappróður og borðini vóru sera tunn, so bara ein hvalur bar við hann, so kom borið inn ígjøgnum. At enda fórbáturin so mikið illa, at hann ikki varð afturgjørdur.

Teir gjørdu so av at byggja annan bát og bóðu Sofus hjá Pól Hammer inni í Líð um at smíða ein nýggjan bát til grindabát, men báturin skuldi vera eitt áttamannafar og ikki eitt tíggjumannafar. Hesin báturin varð smíðaður í 1971. Teir vildu hava, at tann nýggi báturin varð gjørdur í sama sniði og somu stødd sum Hvalurin, sum hóast mong grindadráp aldri hevði fingið stórvegis skaða.

Tíggjumannafarið, sum teir áttu varð skrásettur undir navninum Havnarbáturin, men hesin nýggi báturin fekk navnið Dýrið.

Dýrið er helst síðsti bátur í Føroyum, sum er smíðaður til grindabát.