Oyrabáturin
Oyrabáturin er smíðaður síðst í 1920unum og keyptur til Vágs úr Oyndarfjørði beint áðrenn Seinna Heimsbardaga.
Oyrabáturin er 8 mannafar og hevur neyst á Skammýri.
Oyrarbáturin verður eisini í Vági nevndur “Klássan”, hetta eftir tíggjumannafari, sum nakrir av somu eigarum á Mýri átti. Gamla Klássa, sum æt Neptun, var tíggjumannafar, sum varð smíðað í Vági av Jóhan í Garði í Nólsoy í 1880. Gamla Klássan hevði fiskiloyvið til tosk við snøri og línu og varð eisini harumframt brúkt í grind.
Neystið hjá Gamlu Klássuni og nýggju Klássuni er á Skammýri, eystanfyri Stóra Pakkhús. Gamla Klássan fórst í 1930unum, tá neystið smokkaði saman niður yvir bátin. Og var tað eftir hetta, at nýggjur bátur varð keyptur í staðin, og er tann báturin 8 mannafarið Oyrarbáturin, sum varð keyptur til Vágs síðst í 1930unum.