Norðstjørnan

Norðstjørnan er bátur, sum Nesmenn eiga. Norðstjørnan er smíðað á Økrum av Johan Midnord, vanliga nevndur Johan á Økrum, í 1902. Johan á Økrum var væl kendur á Nesi og smíðaði teir flestu bátarnir hjá teimum.

Norðstjørnan er 8 mannafar. Mátini eru 24,35 føtur langur, 5,9 føtur breiður og 1,85 føtur djúpur. Í skrásetingarskjalinum hjá sýslumanninum stendur á donskum máli undi rteiginum “Bygningsted, år, bygningsmåde og materiale” soleiðis: “Øgrum 1902 spidsgattet åben båd af fyr og eg på klink.”

Norðstjørnan hevur fiskiloyvisbræv, sum er dagsett 28. november 1903 og er til róðursbátin áttamannafarið “Nordstjernen”, sum fær loyvi til at fiska tosk við snøri og línu. Norðstjørnan var gjørd til útróður, men mest varð hon nýtt í grind.

Norðstjørnan er lítið áttamannafar og sagt verður frá, at vanligt var, at maðurin á lærbekki róði við tveimum árum, tí at báturin bar illa tveir mans har. Í grind løgdust bátar ofta borð um borð at kapprógva, tá ið grindin gekk skjótt, og tá vísti tað seg, at hevði Norðstjørnan nakað av leysakasti í framskutinum, gekk hon væl. Sat so harumframt ein maður frammi í rong, tá ið slíkur kappróður kom fyri, var hon ring at taka.

Norðstjørnan hevur eisini verið brúkt í kappróðri. Nevnt er hvussu gekst við róðrinum Ólavsøkudag 1924 í Vági, tá ið teir róðu móti Merkur á Gørðunum. Undir krígnum, antin í 1941 ella 1943 róðu teir eisini kapp við Norðstjørnini á jóansøku á Tvøroyri.

Norðstjørnan  er svørt, hevur reyðar stokkar og rimin er grøn. Árarnar eru svartar og bløðini grøn. Norðstjørnan hevur neyst á Nesi.