Hvalurin

Hvalurin er áttamannafar og hevur neyst í Skálamøl.
Formaður á Hvalinum er Arne Dahl.

Um Hvalin
Í 1930 lótu Garðamenn smíða grindabátin Hvalurin, sum Pól Hammer smíðaði. Sama árið róði Hvalurin kapp á Ólavsøku og vann Ólavsøkuróðurin hjá áttamannaførum hetta árið.

Tá garðamenninir lótu Hvalin smíða, hugsaðu teir ikki bara um ein grindabát, men eisini um ein bát, ið kundi brúkast til kappróður. Tí er Hvalurin eisini smíðaður øðrvísi enn aðrir bátar og hevur eisini tynri borð enn bátar flest. Hvalurin hevur eisini roynst væl sum kappróðrarbátur og hevur vunnið mangan sigurin.