Gjógvarábáturin
Gjógvarábáturin er 10 mannafar og hevur neyst inni á Bakka.
Formaður á Gjógvarábátinum er Jógvan Absalonsen.
Um Gjógvarábátin
Gjógvarábáturin er tann elsti av grindabátunum í Vági. Gjógvarábáturin varð smíðaður í 1873 av Jóhan í Garði í Nólsoy og var tað Jóan Petur á Stongunum í Klaksvík, ið lat bátin smíða.
Gjógvarábáturin, sum okur kenna hann, varð upprunaliga heimahoyrandi í Klaksvík, og var tað, sum nevnt, Jóan Petur á Stongunum í Klaksvík, sum lat bátin smíða í 1873. Tá varð hann nevndur Stangabátur.
Stangabáturin varð brúktur til flutning av vørum millum Havnina og Klaksvík, eins og størri handlarnir ofta gjørdu tá í tíðini.
Men tann 8. september í 1883 kollsigldi báturin á ferð av Havnini til Klaksvíkar og gingu tá seks av sjey av monnum, sum vóru við á ferðini, burtur við Stangabátinum.
Stangabáturin endaði í Vági
Eftir at Stangabáturin kollsigldi varð hann funnin í Nólsoy. Úr Nólsoy kom báturin til Havnar og á Ólavsøku í 1885 var Hans Jacob á Løðhamri staddur í Havn og keypti hann bátin á auktión. Ongar árar vóru tá í bátinum, men verður sagt, at Hans Jacob – sum var bátasmiður – gjørdi árarnar í ein dag. Hann róði so bátin suður til Vágs, men ikki var hann væl mannaður hesa ferð. Hann var bara sjálvur triði, og manningin var tvey konufólk, ein genta úr Smillum og ein av Skála í Vági.
Hans Jacob á Løðhamri seldi bátin til nakrar menn í Vági. Í fyrstani varð báturin nevndur Nordstjernen. Men seinni kom báturin at eita Gjógvarábáturin (eisini verður hann í Vági nevndur Vatnkíkur).