Væleydnað grindabátaferð til Hovs
Hvítusunnudag fóru grindabátarnir úr Vági ferð til Hovs. Farið varð av Vági nakað eftir kl. 9 á morgni og talan gjørdist um ein framúr góðan túr.
Veðrið var av tí fagrasta, tá grindabátarnir út við hálvgum tíggju fóru út gjøgnum fjørðin. Sólin skein og eitt fit lot út eftir fjørðinum gav bátunum góðan byr heilt út á Porkerisnes. Síðani varð róð inn á Hov, har hovbingar tóku ímóti.
Umframt kaffi/te og góða kaku, var eisini bjóðað súpan í Hovs skúla, umframt at Savnið á Mýru tók ímóti gestunum úr Vági. Ikki tað, hetta vóru ikki bara gestir úr Vági, tí eisini onnur fólk vóru við, m.a. eitt týskt par, sum seinastu dagarnir hava ligið á Vági við seglbáti teirra (tey eru á ferð til Íslands).
Sum vant, tá grindabátarnir gera ferð um Hvítusunnuna, verður farið í kirkju og soleiðis eisini í Hovi.
Seinnapartin gekk leiðin aftur til Vágs. Og av tí at hann hevði skift ætt, so bar til at sigla við seglum stóran part av leiðini heilt inn á Garðabrúgv.
Ein væleydnað grindabátaferð til Hovs endaði í øllum góðum hendan vakra Hvítusunnudagin í 2012.
Her eru nakrar myndir frá fráferðini úr Vági Hvítusunnumorgun: Myndasavn.