Tofta Regin
Tofta Regin er smíðaður av Pól Hammer og Andrias Hammer í 1933. Toftaregin varð smíðaður sum kappróðrar- og grindabátur.
Sildberin
Sildberin varð upprunaliga smíðaður sum áttamannafar, men varð seinni gjørdur til tíggjumannafar.
Sigmundur Brestisson
Sigmundur Brestisson er tíggjumannafar og hevur neyst á Marknoyri.
Oyrabáturin
Oyrabáturin er smíðaður síðst í 1920unum og keyptur til Vágs úr Oyndarfjørði beint áðrenn Seinna Heimsbardaga.
Norðstjørnan
Norðstjørnan er bátur, sum Nesmenn eiga. Norðstjørnan er smíðað á Økrum av Johan Midnord, vanliga nevndur Johan á Økrum, í 1902.
Svanurin
Svanurin er bygdur í 1900 av kenda báta-smiðinum Hans Jacob Hjelm á Løðhamri í Vági.
Dýrið
Í 1960 tóku nakrir vágbingar seg saman og keyptu tann gamla Havnarbátin til grindabát. Báturin varð keyptur fyri 1.200 kr. og Havnar Róðrarfelag legði tær treytir við, at báturin skuldi bara brúkast sum grindabátur og mátti ikki verða vi ðí nøkrum kappróðri.